
HVS handil okkara á Hálsi hevur tørv á enn fleiri sølufólkum, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.
Starvið sum sølufólk er eitt avbjóðandi starv, tí tað góða sølufólkið, hevur innlit í alla okkara stóru vøruskrá, umframt at skal verða førur fyri at selja kundum okkara júst tað vørur teir hava tørv á. Soleiðis trúgva vit at kundar okkara fáa eina góða tænastu og koma aftur næstu ferð.
Vit síggja fyri okkum at rættið umsøkjarin er ein sum skilur týdningin av góðari kundarøkt. Tú má megna at avgreiða kundar okkara sjálvstøðugt. At tú hevur royndir innan sølu, HVS ella Navision/Business Central, er sjálvsagt ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru før fyri at hjálpa tær fakliga tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.
Rætta sølufólkið, fær eina løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar.
Nærri fæstat vita um starvið, við at ringja tel. 71 20 79
Umsókn skalsendst til kd@mp.fo
Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er meir enn 175 ár og er millum elstu fyritøkur í landinum. Vit eru tann størsti HVS heildar veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitaskipanir, vatn, ventilatión, kloakk, og baðirrúmmøblar. Tað starvast um 40 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, 14 av hesum eru í handli okkara á hálsi.