Send okkum ein fyrispurning »
HitaloysnirVentilatiónbygging/umvæling
Skalt tú betra inniluftina?
VEntilatión
Lat okkum skipað arbeiðið fyri teg!
Fáa eitt sunt inniklimað til tín og tíni hús.

Ein ventilatiónsskipan tryggjar tær góða inniluft og tú fært eini sunnari hús. Vánalig inniluft kann fáa fukt at seta seg á veggir, loft og gólv, sum síðani kann geva fuktskaða og sopp.

Lat okkum skipað
arbeiðið fyri teg

Okkara ráðgeva hava drúgvar royndir at finna bestu loysina til tín.
Útfyll oyblaðið niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg.

Umbið eitt ventilatiónsprát

Tú er vælkomin at ringja til okkara, um tú ivast ella hevur onkran spurning.

Ring 31 20 00
Lat okkum skipa arbeiðið fyri teg!

Tørvurin er ymiskur, saman við okkum tillaga vit tína jarðhitaloysn til júst tín tørv.

Vit finna røttu hitaskipanina
Vit tryggja øll loyvir
Vit klárgera
Vit seta skipanina upp
Mannagongd
1. Út frá orkurammuni á húsinum, rokna vit longd og stødd á jarðhitaholinum og hitapumpuni.
2. Vit søkja um byggiloyvi til jarðhitahol og hjálpa tær at søkja um MVG afturbering.
3. Vit seta útgerðina upp og bora - eisini tryggja vit at vatn og støv verður rætt burturbeint.
4. Vit seta hitapumpuna til, og vit fara ikki fyrr enn hon koyrir
Hitatænastan
Vit bjóða tykkum at gera eina fasta avtalu um at fremja árligt eftirlit av tykkara hitapumpuskipan.
Eftirlit gevur ein tryggleika um at skipan sannlíkt koyrir støðugt og ikki gerst óvirkin.
Eitt eftirlit eftirkannar alla skipanina, reinsar filtur, fyllir vatn á og tryggjar at skipanin koyrir rætt og hevur best møguliga rakstur.

Árligt eftirlit víðkar garantiið til 5 ár frá uppseturnar dato.
Fyri hvørja eftirlitsvitjan vit hava framt, lata vit eina váttan.
Árligi kostnaður er 1.800kr v/mvg
Bílegg árligt eftirlit
Lógarkrav
Lógin sigur: [LINK til lógina]
Lóg um el riknar hitapumpuskipanir
§ 12. 1) Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.
Stk. 2. 1) Eigarin av hitapumpuskipan skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl.
Fá MVG endurindan
Hava tit hitapumpuskipan frá Mariu Poulsen er møguligt at fáa endurinda MVG av skipanini.
Fá umsóknarblað her
Vit bjóða okkum at hjálpa at útfylla skjølini.
Treytir
Góðkend umsókn frá Umhvørvisstovuni skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. mars 2026.
Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2025.

Treytir frá TAKS:
Hitapumpan og Jarðhitahol ska vera veitt av góðkendum veitara.
Hitapumpan skal lata í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni
Lógáva um endurindan av MVG av hitapumpun
Tak niður góðkenningar av hitapumpum her
Jarðhitaskipanir
· Gsi
· Gsi 600
· Eco Part
Luft / Vatn
· Eco AIR 100
· ECO Air 400
· ECO Air 500
· Eco Air 600
Tangar
· Zeith i250
· Zenith 360
· Zenith i555Pro