1. Innleiðandi
1.1 Hesar sølu- og veitingartreytir eru galdandi fyri øll tilboð, ordrar, ordraváttanir og veitingar uttan so, at annað er avtalað skrivliga.
2. Tilboð og prísir
2.1 Øll tilboð frá Mariu Poulsen eru givin við fyrivarni um at vøran er tøk og til at skaffa.
2.2 Tilboð frá Mariu Poulsen eru galdandi í 30 dagar, uttan so, at annað verður upplýst skrivliga. Endalig avtala er galdandi, tá ið kundin hevur tikið av tilboð, og Maria Poulsen hevur sent eina ordraváttan.
2.3 Vøran sum ikki verður veitt beinanvegin, kann fara upp í prís, um prísvøkstur er hjá okkara veitarum.
2.4 Maria Poulsen kann við skrivligari broyta prísir í príslistum og tilboðum, innan váttan av tilboði er komin frá keypara til Maria Poulsen.
2.5 Maria Poulsen kann eisini eftir at keyparin hevur sent skrivliga váttan uppá tilboð, uttan ávaring broyta prísirnar, um force marjor støður gera seg galdandi, nærri lýst undir 12 – 12.1
2.6 Um Maria Poulsen fráboðar príshækkingingar, kann keyparin velja ikki at keypa vøruna.
3. Tá vøran verður nýtt
3.1 Kundin skal fylgja leiðbeiningum sum fylgir vøruni, og kundin hevur skyldu at fáa til vega neyðugar upplýsingar um hvussu keypta vøran verður nýtt á rættan hátt.
4. Gjalding, ognarfyrivarni og trygd frá keypara
4.1 Meginreglan er at øll søla er kontant søla
4.2 Um keyparin ikki hevur kontu hjá Maria Poulsen, fellur keypspeningurin til gjaldingar innan veiting.
4.3 Um keyparin hevur kontu hjá Maria Poulsen, fellur keypsprísurin til gjaldingar 14 dagar eftir veiting.
4.4 Um keyparin ikki heldur sínar gjaldsskyldur, kann Maria Poulsen lata verða við at veita vørur.
4.5 Um keyparin rindar eftir seinasta rættstundis gjalddag, verður morarenta roknað av ágóða, sum er fallin til gjaldingar íroknað MVG, samsvarandi ásetingunum í rentulógini.
4.6 Maria Poulsen varðveitir ognarrættin til seldu vørurnar, til hon er goldin
4.7 Um keyparin ikki heldur sínar gjaldsskyldur, verður skuld send til innheintan, og keyparin rindar innheitingarkostnaðin.
5. Afturtøka og broyting av ordra
5.1 Tá ið keyparin hevur lati ein ordra ella tikið av tilboð, so er hann bindandi fyri keyparan. Partarnir kunnu tó semjast um aðra loysn, og keyparin rindar møguligan meirkostnað sum Maria Poulsen fær av hesum.
6. Returvøra
6.1 Maria Poulsen tekur vørur aftur í 4 vikur eftir hon er latin
6.2 Vøran skal verða óbrúkt, uttan brek, óásett og framhaldandi egnað at selja til onnur.
6.3 Keyparin skal vísa skjalprógv at vøran er keypt frá Mariu Poulsen
6.4 Hesar vørur verða ongantíð tiknar aftur:
Keyparin rindar allar kostnaðir í samband við returvørur, og ber allan váða í samband við flutning aftur til Mariu Poulsen.
6.5 Avgreiðslugjald áljóðandi 15% er fyri returvørur, um annað ikki er avtala frammanundan.
7. Manglar við vøru - Garanti
7.1 Maria Poulsen fylgir ásetigum í keypilógini, um manglar eru við vøruni.
8. Veiting
8.1 Vørur sum eru keyptar í okkara sølubúðum, eru at meta sum veittar á staðnum.
8.2 Í øðrum førum eru vørur veittar tá tær eru komnar fram til staðið, sum keyparin ásetir. Tó so, at vørur, sum skulu sendast, eru veittar tá seljarin hevur latið tær til fyrsta sjálvstøðuga flutningslið.
8.3 Tænastur, handverksarbeiðið og aðrar veitingar, eru veittar, tá arbeiðið er liðugt.
8.4 Tá vørur og tænastur eru veittar, ber keyparin váðan fyri skaðum íkomnir av hendiligum óhappum.
8.5 Sum meginregla er koyrur eitt starvsfólk vørur út. Keyparin hevur skyldu, at syrgja fyri, at nóg mikið av fólki er tøkt at avskipa vøruna. Maria Poulsen kann mótvegis gjaldið senda fleiri fólk at koyra vøruna.
8.6 Um keyparin ikki lýkur treytirnar í pkt. 10.4, hevur seljarin rætt, men ikki skyldu til frígerandi at veita vøruna á avtalaða staðnum, líka mikið um umboð fyri keyparan eru til staðar.
9. Fráboðan og ábyrgd í samband við seinking
9.1 Um keyparin ikki boðar frá beinanvegin í sambandi við, at hann staðfestir, at vøran er seinkað, missur hann eitthvørt krav orsakað av seinkanini.
9.2 Í sambandi við styttri seinkingar, hevur Maria Poulsen rætt at veita, hóast seinking.
Í sambandi við munandi seinking frá Maria Poulsen, hevur keyparin rætt at ganga frá keypinum. Um veiting er avtalað í fleiri umførum, hevur keyparin tó bert rætt at ganga frá keypinum sambært ta veiting, sum er seinkað.
9.3 Í sambandi við seinking frá Maria Poulsen, verður onki endurgjald veitt.
10. Kanningarskylda og fráboðan viðvíkjandi skaða á vøru
10.1 Keyparin skal beinanvegin í sambandi hann fær vøruna, og altíð áðrenn vøran verður tikin í brúk, tryggja sær, at hon er uttan sjónlig brek, og brek sum man eigur at kunnað staðfesta við vanligari gjøgnumgongd.
10.2 Fráboðan um brek, herundir mongdarfrávik, skal keyparin beinanvegin fráboða til Maria Poulsen, og í seinasta lagi 8 dagar eftir at vørurnar eru leverað. Er talan um onnur brek, herundir goymd brek, skal keyparin boða frá beinavegin hann átti at verið varugur við brekið, og seinast 1 ár eftir levering.
11. Ábrek og klaga (arbeiðstøkur)
11.1 Um vørur ella veitingar seljarans verða nýttar í arbeiðstøku, sum er skipað sambært reglunum í AB92/ABT93/ABF06, er ásetingarnar í grein 6.2-6.3 galdandi.
11.2 Tað er ein fortreyt, at keyparin í seinasta lagi tá vøra/tænasta verður leverað upplýsir seljaran um, at vøran/tænastan skal brúkast í arbeiðstøku, har sáttmálagrundarlagið er sum nevnt í grein 6.1.
11.3 Freistin í grein 5.2 er í hesum førum 5 ár frá at arbeiðstøkan, sum vøra/tænasta seljarans er vorðin partur av, er handað, men í seinasta lagi 6 ár eftir at vøra/tænasta seljarans er handað keyparanum.
11.4 Reglurnar í AB92/ABT93/ABF06, § 5, stk. 5 og § 10, stk. 4 eru galdandi, men einans um vøran/tænastan frá seljara hevur ábrek, og keyparin sambært sáttmálanum við seljara kann gera krav galdandi í hesum sambandi, við undantøku av ásetingum um ábrekstíðarskeiðið, smb. grein 6.3.
12. Tvingandi kringumstøður (Force majeure)
12.1 Partarnir kunnu ikki ábyrgdast um als ikki ber til, ella um tað gerst órímiliga tungført, at lúka ásetingarnar í hesum sølu- og veitanartreytum orsakað av einhvørjari umstøðu, sum partarnir ikki eru harrar yvir, t.d. arbeiðsstríðið, teldusníks- og virusálop, heilsukreppur og farsóttir, eldsbruni, kríggj, herbúgving, indráttur, gjaldoyraavmarkan, uppreistur og ófriður, trot av flutningstólum, flutningstrupulleikar til og úr Føroyum, vanlig vørutrongd, avmarkað drívmegi umframt trot ella seinkan frá undirveitarum orsakað av fyrrnevndu ávum.
13. Produktábyrgd
13.1 Maria Poulsen hevur ábyrgd eftir lóg um produktábyrgd í tann mun lógin ófrávíkiligt áleggur Maria Poulsen ábyrgd, og um ábyrgdin hjá Maria Poulsen ikki sambært lógini kann avmarkast. Maria Poulsen hevur harumframt ábyrgd fyri skaðar, sum vøran mátti verið atvoldin til í tann mun skaðin er íkomin orsakað av grovum ósketni, og ábyrgdin hjá Maria Poulsen ikki lógliga kann avmarkast.
13.2 Ábyrgdin hjá Maria Poulsen fyri produktábyrgd er avmarkað til í mesta lagi 1 mio kr.
13.3 Um Maria Poulsen hevur ábyrgd fyri produktskaða samsvarandi pkt. 15.1 og pkt. 15.2, men um produktskaðin eisini er íkomin orsakað av mistakið hjá keypara, verður ábyrgdin býtt millum partarnar í mun til ta skuld, partarnir hvør sær hava fyri skaðanum.
13.4 Um Maria Poulsen, verður fyri ábyrgd fyri produktskaða mótvegis 3. persóni, hevur keyparin skyldu at halda Maria Poulsen skaðaleyst fyri ta ábyrgd, sum verður áløgd, og sum er størri enn ábyrgdin eftir treytunum í pkt. 15.1 til pkt. 15.3. Keyparin hevur skyldu at møta fyri sama rætt ella gerðarrætt, sum viðger endurgjaldskravið móti Maria Poulsen frá 3. persóni í sambandi við vørur, sum Maria Poulsen hevur latið 3. persóni umvegis keyparan.
13.5 Maria Poulsen heftir ongantíð fyri rakstrartapi, mistum vinningi, ella øðrum óbeinleiðis tapi.
14. Avmarking av ábyrgd og avhending av krøvum móti veitarum hjá Maria Poulsen
14.1 Ábyrgdin hjá Maria Poulsen kann ongantíð, hóast møguligt ósketni er ávíst, fevna um dagbøtur, rakstrartap, tap av vinningi, tíðartapi, ella øðrum beinleiðis tapi, líka mikið, um ábyrgdin er grundað á vanligar endurgjaldsreglur, ella á øðrum grundarlagi.
14.2 Um veitarar, ella onnur hava ábyrgd mótvegis Maria Poulsen í sambandi við seinking ella brek, er Maria Poulsen sinnað, so vítt gjørligt at veita keyparanum transport í krøvum frá Maria Poulsen móti veitarum ella øðrum.
15. Galdandi lóg og varnarting
15.1 Allar ósemjur verða loystar í samsvar við galdandi føroyska lóggávu í Føroya Rætti.
15.2 Undantikið frá grein 10.1, eru ósemjur í samband við arbeiðstøkur, har ásetingarnar í AB92/ABF06/ABT93 eru galdandi.