Handilslærlingur til Maria Poulsen
Kom í læru hjá okkum

 Til HVS handil okkara verður søkt eftir handilslærlingi, at ráðgeva kundum okkara.

 

P/F Maria Poulsen er millum elstu fyritøkum í landinum,og eru vit í dag ein framkomin fyritøka við royndum og heildarloysnum innan grøn hitaverk, vatn, sanitet, ventilatión, kloakk og baðirúmsmøblar.

 

Tað setur krøv ...

Tú kemur at ráðgeva kundum okkara og hjálpa teimum til tað røttu loysnina. Framtíðin er grøn og tú kemur at verða ein partur av hesari umlegging. Tú kemur soleiðis, í samstarvi við onnur, at virka á einum einum spennandi og fjøltáttaðum arbeiðsplássi.  

 

Vit vænta at tú skilur týdningin av góðum handverki, dygd og góðari kundarøkt. Vit síggja fyri okkumat tann góði lærlingurin dugir at arbeiða sjálvstøðugt er fyrikomandi, nærlagdur, íðin og kreativur

  

Afturfyri bjóða vit

 ·     Eitt spennandi starv við nógvum møguleikum eftir lærutíðina

·      Góðar samstarvsfelagar í góðum fakligum og sunnum arbeiðsumhvørvi

·      Ávirkan á tín egna arbeiðsdag 

·      Løn eftir avtalu

·      8 tíma arbeiðsdagur, (8-16 ella 9-17, og 3. hvønn leygardag)

·       Skúlagongd er í Danmark

 

stutt sagt, eitt spennandi starv í einari fyritøku í støðugari menning

 

 

Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja tel. 71 20 79

Umsókn skal sendst til kd@mp.fo

 

 

Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er meir enn 175ár og er millum elstu fyritøkur í landinum. Vit eru tann størsti HVS heildar veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitaskipanir,  vatn,  ventilatión, kloakk, og baðirrúmmøblar. Tað starvast um 40 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, 14 av hesum eru í handli okkara á hálsi.