Starvið sum rørsmiðjulærlingur hjá okkum er eitt avbjóðandi lærupláss, tí rørsmiðja okkara átakur sær uppgávur av øllum slag, soleiðis at tú í lærutíðini fær royndir innan flestu rørsmiðjuøkini.
Vit síggja fyri okkum, at rættið umsøkjarin er ein sum skilur týdningin av góðum handverki. Vit vóna at fáa enn ein dugnaligan og nærlagdan lærling, sum við ídni fer til verka. Tað er gott um tú hevur koyrikort, men ikki eitt krav.
Afturfyri so bjóða vit eitt lærupláss, við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga tá ið á stendur. Meðan tú er í læru, so fara vit at tryggja at tú kemur runt í okkara fyritøku, og lærir alla breiddina av rørsmiðju yrkinum. Lærutíðin fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen eftir lærutíðina, til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.
Lærutíðin er fýra ár, og skúlagongdin er á Glasir.
Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Jón Samuelsen tlf 71 20 20 fyri at hoyra nærri um størvini.
Starvi verður sett so skjótt tann rætti søkjur og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo
Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Okkara royndir tey seinastu 170 árini, hava gjørt okkum til tann størsta hvs veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitavekslarar, kloakk, vatn, sanitet, ventilatión og baðirrúmmøblar. Tað starvast um 50 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, 14 av hesum eru í handli okkara á Hálsi.