Rørsmiður
Ert tú RØRSMIÐUR?
28.5.2021

Ert tú RØRSMIÐUR?

Maria Poulsen sóknast eftir royndum rørsmiðum.

Vit bjóða:

  • eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.
  • at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum væl virkandi virki.
  • møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt at geva títt íkast til virksemi okkara.

Sum rørsmiðjur arbeiðir tú úti hjá kundum okkara, á størru byggiplássunum og á okkara smiðju.

Vit vænta, at tú

  • ert íðin og skilur týdningin av góðum handverki, dygd og tí fakliga
  • royndur rørsmiður
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi, nærlagdur og íðin
  • setur kundan í fremstu røð

Løn
Løn sambært avtalu.

Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Tað eru góðar arbeiðsumstøður, góðir samstarvsfelagir, og arbeitt verður í einum jaligum fakligum arbeiðsumhvørvi.

Spurningar
Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja á tel 71 20 20 og tosa við Jón Samielsen

Umsóknarfreist
Send umsókn til: kd@mp.fo (viðmerk: »rørsmiður«).

Onnur størv