Hitatænastan
Vit bjóða tykkum at gera eina fasta avtalu um at fremja árligt eftirlit av tykkara hitapumpuskipan.
Eftirlit gevur ein tryggleika um at skipan sannlíkt koyrir støðugt og ikki gerst óvirkin.
Eitt eftirlit eftirkannar alla skipanina, reinsar filtur, fyllir vatn á og tryggjar at skipanin koyrir rætt og hevur best møguliga rakstur.
Árligt eftirlit víðkar garantiið til 5 ár frá uppseturnar dato.
Fyri hvørja eftirlitsvitjan vit hava framt, lata vit eina váttan.
Árligi kostnaður er 1.800kr v/mvg
Bílegg árligt eftirlitLógarkrav
Lógin sigur: [LINK til lógina]
Lóg um el riknar hitapumpuskipanir
§ 12. 1) Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.
Stk. 2. 1) Eigarin av hitapumpuskipan skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl.
Fá MVG endurindan
Hava tit hitapumpuskipan frá Mariu Poulsen er møguligt at fáa endurinda MVG av skipanini.
Fá umsóknarblað herVit bjóða okkum at hjálpa at útfylla skjølini.
TreytirGóðkend umsókn frá Umhvørvisstovuni skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. mars 2026.
Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2025.
Treytir frá TAKS:
Hitapumpan og Jarðhitahol ska vera veitt av góðkendum veitara.
Hitapumpan skal lata í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni
Lógáva um endurindan av MVG av hitapumpun