"týdningurin av góðum handverki"
Ludvig Poulsen

Maria Poulsen varð sett á stovn í 1848 tá Johan Poulsen, sum fyrsti føroyski blikksmiður opnaði smiðu í Tórshavn. Seinni tók Ludvig Poulsen yvir arbeiðið, og hesa tíðina bar virkið navnið ”Ludvig Poulsen”.
Í 1906 flutti Ludvig í nýggj størri hølir í Tórsgøtu 10, har Maria Poulsen Búnýti heldur til enn í dag. (mynd verkstaði í Tórsgøtu í 1915)

Í 1944 fekk "Ludvig Poulsen” nýggjar eigarar. Grímur á Dul bleiv stjóri, og samstundis varð felagið gjørt til eitt partafelag og navnið bleiv broytt til Maria Poulsen (kona Ludvig Poulsen). Í 1982 flutti HVS og Blikksmiðjan í størri høli á Hálsi, Tórshavn. Í 1985 bleiv Kristian á Dul stjóri (sonur Grímur) og rekur hann  Mariu Poulsen í dag.

Við meiri enn 170 ára royndum innan yrkið eru vit elsta og størsta virki sum bjóðar heildar loysnir innan HVS. Vit bjóða alla tænastu og ráðgeving sum nútíðin krevur. Eisini hava vit búnýtishandilin sum hevur búnýtir og príðislutir til heimið.

Stovnarin Ludvig Poulsen legði stóran dent á at starvfólki skilti týdningin av góðum handverki, og er hetta grundarsteinurin hjá Mariu Poulsen pf.

Í dag starvast umleið 40 fólk hjá Maria Poulsen og fevnur virksemið um tríggjar handlar:
HVS, Baðirúm og Búnýti.

...

Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Vit bjóða fram alt tilfar innan hitaverk, vatn, ventilation, sanitet, blikksmíð umframt búnýti.

í meir enn 170 ár hava vit ráðgivi og veitt tænastur til kundar okkara og nógv er broytt hesi árðini og ynskja vit framhaldandi at veita hesar tænastur.

Framtíðin er grøn og orkuloysnirnar gerðast eisini grønari. Vit hava gingið undan øll árðini og eru vit eisini við at leggja Føroyar um til grøna orku.