Sølufólk
Sølufólk til handil okkara. HVS handil okkara á Hálsi hevur tørv á enn fleiri sølufólkum, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.
11.12.2020

Maria Poulsen søkir eftir fólki til HVS handilin

 

Sølufólk til handil okkara. HVS handil okkara á Hálsi hevur tørv á enn fleiri sølufólkum, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.

 

Starvið sum sølufólk er eitt avbjóðandi starv, tí tað góða sølufólkið hevur innlit í alla okkara stóru vøruskrá, umframt verða førur fyri at selja kundum okkara júst tær vørur, teir hava tørv á.

Soleiðis trúgva vit, at kundar okkara fáa eina góða tænastu og koma afturnæstu ferð.

 

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilir týdningin av góðari kundarøkt.

Tú má megna at avgreiða kundar okkara sjálvstøðugt.

At tú hevur royndir innan sølu td. hvs ella Navision, er sjálvsagt ein fyrimunur.

 

Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur.

Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræðið, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður.

 

Tað rætta sølufólkið fær eina løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar.

Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Kjartan á Dul á tlf 227720 fyri at hoyra nærri um starvið.

 

Starvið verður sett so skjótt, tann rætti søkir, og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo

 

Um Mariu Poulsen
Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum.

Okkara royndir tey seinastu 170 árini hava gjørt okkum til tann størsta hvsveitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitavekslarar, kloakk, vatn, sanitet, ventilatión og baðirrúmmøblar.

Tað starvast 50 starvsfólk hjá Mariu Poulsen, 14 av hesum eru í handli okkara á Hálsi.

Onnur størv