Goymslufólk
Goymslufólk til Handilin á Hálsi
8.10.2021

HVS handil okkara á Hálsi hevur tørv á einum goymslufólkið, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.

Starvið sum goymslufólk er eitt avbjóðandi starv, tí tað góða goymslufólkið, kennir týdningin av at verða bindilið millum sølufólkini og kundan. Uttan dugnalig og álítandi goymslufólk ber ikki til hjá okkum at haldaáfram at verða fremst HVS veitari í Føroyum.

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein sum skilur týdningin av góðari kundarøkt. Tú má megnar at avgreiða kundar okkara sjálvstøðugt. At tú hevur royndir innan HVS ella Navision/Business Central, er sjálvsagt ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Eisini er gott um tú hevur loyvi at koyra stóran lastbil og trukk, men tað er ikki eitt krav. Vit læra teg sjálvt sagt alt tað, sum tú hevur tørv á at duga.   

Afturfyri so bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfelagum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræði, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen til at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður. 

Tað rættað goymslufólkið, fær eina løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar.

Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Kjartan á Dul á tlf 71 20 00 fyri at hoyra nærri um størvini.

Starvi verður sett so skjótt tann rætti søkjur og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo

Onnur størv