Hjá Maria Poulsen Búnýti hava vit í seinastu mongu árini gjørt okkara besta fyri at veita okkara viðskiftafólkum alt tað besta innan búnýti og tað ið hartil hoyrur.
Vit hava seinastu tíðina eisini dagført okkara handil mitt í hjartanum av Tórshavn, og vit gleða okkum at síggja tykkum í Tórsgøtu.
Vit leggja stóran dent á at hava góða góðsku, og góða tænastu í samband við allar okkara vørur. Og vit vilja altíð bjóða tykkum tað nýggjasta nýggja innan búnýti og heimavørur.
Vit hyggja sera nógv eftir hvørjar vørur eru aktuellar í løtuni, og vilja altíð gera okkara besta fyri at tryggja at okkara viðskiftafólk hava møguleika til at fylgja við rákinum.